- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tørvur á íløgum í undirstøðukervið
Stórur tørvur er á íløgum í undirstøðukervið í heiminum. Skal steðgur ikki koma í, má undirstøðuukervið mennast fyri 400 túsund milliardir krónir til 2030.
Tankasmiðjan, McKinsey Global Institute, MGI, spyr nú, hvaðani allur hesin peningurin fæst.
Víst verður á, at í ár verða íløgur gjørdar í undirstøðukervið kring heimin fyri 2.500 milliardir dollarar, tá er talan um flutning, vatn, orkuverk, samskiftisútbúnað og aðrar samfelagstænastur.
Skal framgongdin ikki steðga, eru samlaðu íløgurnar alt ov smáar.
Vánaliga búskapargongdin seinastu árini hevur gjørt, at stígur er komin í neyðugar íløgur, og tí má meiri ferð setast á, sigur McKinsey í eini nýggjari frágreiðing.
Kina hevur gjørt flestu íløgurnar í undirstøðukervið síðani aldarskiftið, og tann gongdin tykist at halda fram.
Víst verður á, at Kina nýtir meiri til undirstøðukervið enn Norðuramerika og Evropa tilsamans, hóast bruttotjóðarúrtøkan í londunum í vesturheiminum er tríggjar ferðir størri enn í Kina.
Hóast samstarv er ímillum almennar og privatar íløgur á økinum, so er privati íløguparturin minni enn 10 prosent.