- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjóverjan tikið fýra franskar trolarar
Sjóverjan hevur tikið fýra trolarar undir fronskum flaggi, sum fiskaðu á stongdari leið eystanfyri Fugloynna í morgun.
Fiskiveiðieftirlitið boðaði frá bráfeingis veiðibanni á leiðini tann 13. juni, tí nógvur ungfiskur var at síggja á leiðini, sigur Jóhan Simonsen á Fiskiveiðueftirlitinum.
Klokkan trýkorter til eitt í dag boðaði Tjaldrið løgregluni frá, at tað var á veg inn við fýra trolarum, sum fiskaðu undir fronskum flaggi - tvey pør, sum partrolaðu á stongdu leiðini.
Skipini koma eftir á havnina klokkan 17 seinnapartin og málið verður tá handað løgregluni, sum ger neyðugu kanningarnar.
Fiskiveiðieftirlitið hevur fylgisveina-eftirlit við skipunum, og varnaðist tískil tíðliga í morgun, at skipini fiskaðu ólógliga. Haraftrat fingu teir okkurt tippið, men tá var Tjaldrið longu á veg út á stongdu leiðina, sigur Jóhan Simonsen, frá VØRN.
Skiparirnir umborð á trolarunum eru franskmenn, men okkurt bendir á, at tað eru føroyingar og hollendarar, sum eiga skipini, upplýsti vakthavandi á politistøðini fyrr í dag.