- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur sáttmáli
Nýggjur sáttmáli
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin hava skrivað nýggjan sáttmála
19.06.2016 - 10:04
Tann 1. oktober í ár hækkar mánaðarlønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum 2,25 prosent. 1. oktober næsta ár hækkar lønin 1,9 prosent.
Nakrar dagføringar eru eisini í sáttmálanum. Semja er um at víðka sáttmálaøkið við Heilsutrygd, og at gera nýggjar ásetingar um eftirlitisløn, bannsburðarfarloyvi og uppsøgn.
Eisini eru nøkur gjøld hækkað.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin hava skrivað nýggjan sáttmála. Semingsmaðurin legði uppskot fyri partarnar í gjár, sum báðir partar tóku undir við.
Sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina varð undirskrivaður í gjárkvøldið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV