Rajani: Politikarar virða ikki embætisverkið

Rajani: Politikarar virða ikki embætisverkið
Trýstið kann hava við sær, at vit fáa eitt veikt embætisverk, sigur John Rajani í kæruni til Umboðsmannin
 
18.06.2016 - 15:02

Føroyskir politikarar hava sum heild ilt við at virða embætisverkið. 

Teir seta í alt ov stóran mun dagsskránna í umsitingarligum málum, og trýstið á embætisverkið er so stórt, at hetta kann hava við sær, at vit sum frálíður fáa eitt veikt embætisverk.

Tað sigur John Rajani í kæruni til løgtingsins umboðsmann um handfaringina av málinum um at seta aðalstjóra í uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Hann hevur kært løgmann og landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum.

Virða ikki niðurstøður

John Rajani sigur, at gongdin í hesum málinum vísir, at føroyskir politikarar virða ikki niðurstøðurnar hjá Løgtingsins umboðsmanni, sum hevur úttalað, at orsøkirnar um ikki at fylgja einum tilmæli frá einum samdum setanarbólki skulu viga sera tungt. 

Tað eru júst somu viðurskifti galdandi í hesum málinum, sum í øðrum líknandi málum, at politiska skipanin í staðin fyri saklig atlit, tekur politisk atlit, og setur tey fólk í starv, sum viðkomandi politikari vil hava í starvið, uttan at saklig málsviðgerð yvirhøvur hevur verið um ikki at fylgja tilmælinum frá einum setanarbólki, sigur John Rajani m.a. í kæruni um løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnmálum til løgtingsins umboðsmann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV