Nú hevur hann sent kæruna

Nú hevur hann sent kæruna
Tað er ikki ein politisk avgerð at seta ein aðalstjóra, men ein reint fyrisitingarlig avgerð, sigur John Rajani, ið hevur sent kæru til LUM
John Rajani heldur seg hava verið fyri órætti í málinum um at seta aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Hann hevur tú sent eina kæri til Løgtingsins umboðsmann við 33 punktum
 
17.06.2016 - 10:02

- Tað er ikki ein politisk avgerð at seta ein aðalstjóra, men ein reint fyrisitingarlig avgerð. Politisk og ósaklig sjónarmið eiga ikki at verða tikin við, tá fólk verða sett í alment starv.

Tað sigur John Rajani, sum hevur kært løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, til Løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av málinum at seta aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Kæran er í til samans 33 punktum

John Rajani sigur, at politiska skipanin hevur orðað ein starvsfólkapolitikk og tær treytir, sum skulu vera galdandi fyri tilgongdina at seta nýggjan aðalstjóra.

Men gongdin í hesum máli vísir, at tá úrslitið av tilgongdini, sum politiska skipanin sjálv hevur sett í verk, ikki hóvaði politisku skipanini, varð øll setanartilgongdin sett til viks.

SÍ EISINI Sí øll 33 punktini: Hetta kærir John Rajani um

Ikki av sakligum orsøkum, men av ósakligum orsøkum, og løgmaður broytir aftaná treytirnar, eftir at setanarbólkurin er liðugur við sítt arbeiði, sigur John Rajani millum annað í kæruni.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur víst á, at John Rajani er ógegningur at vera aðalstjóri, men John Rajani sigur í kæruni, at gegni er eitt løgfrøðiligt hugtak og skal ikki viðgerast á politiskum stigi.

John Rajani sigur, at verður uppritið, sum landsstýrismaðurin hevur skrivað, lisið samanhangandi, er eingin ivi: Landsstýrismaðurin dámar ikki meg sum persón.

Rajani: Landsstýrismaðurin sigur ósatt

- Eg veit ikki um nakað samband millum meg og landsstýrismannin uttan tað, at eg fyri 21 árum síðani arbeiddi ein ella tveir mánaðir á Føroya Fiskasølu, tá landsstýrismaðurin var stjóri. Eg havi einki samband havt við landsstýrismannin sum stjóri í Bank Nordik, sigur John Rajani í kæruni.

Hann sigur, at tað er beinleiðis ósatt, tá landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann var frávaldur sum stjóri BankNordik. Landsstýrismaðurin hevur eisini sagt, at hann hevur ringar royndir John Rajani í sínum privata virki.

- Eg havi ongar bindingar mótvegis bankanum ella teimum kundum, sum bankin hevði. Hevði eg havt nakað tilknýti til kundar bankans, hevði eg snøgt sagt ikki kunnað verið stjóri fyri bankan, sigur John Rajani illum annað í teimum 33 punktunum í kæruni til Løgtingsins umboðsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109