- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallur Hansson í Superliguni
Hallur Hansson í Superliguni
Hallur Hansson hevur skift felag. Komandi kappingarár skal hann spæla í bestu donsku kappingini
17.06.2016 - 13:01
Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson, hevur í dag skift felag.
Horsens folkeblad veit at siga, at hann hevur skrivað sáttmála við AC Horsens.
AC Horsens endaði á triðja plássi í donsku 1.division, og tað tryggjaði teimum uppflyting í Superliguna.
Hallur Hansson hevur annars síðan 2014 umboðað Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
Har spældi hann 44 dystir og skoraði fimm mál.
Sáttmálin millum Hallur Hansson og AC Horsens er galdandi í hálvt triðja ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV