- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera nýggjan býling í Klaksvík
Umhvørvis- og býarskipanarnevndin hjá Klaksvíkar býráði hevur samtykt at fara í holt við ein nýggjan býling á Fossum, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í nevndini.
Kommunan fer fyrst at ogna sær lendið at byggja á. Í fyrstu atløgu ætlar kommunan at ogna sær sunnasta partin á Fossum. Har verða 18 til 20 grundstykki.
Grundstykkini tøk í 2018
Eftirspurningurin eftir stykkjum avger so, hvussu verður hildið fram við byggistigunum tvey, trý og fýra. Har kunnu fáast 40 til 60 grundstykki og íbúðir.
Lagt verður eisini upp fyri at byggja barnagarð á Fossum. Kommunan fer undir at útvega lendið seinni í ár.
Miðað verður eftir, at grundstykkini verða tøk eina ferð í 2018, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini í Klaksvík.