- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna seming í næstu viku
Mikudagin ella hósdagin í næstu viku fer Semingsstovnurin undir semingsroyndina í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið sendi í gjár boð eftir Semingsstovninum.
Klokkan eitt korter til seks í gjár boðaði Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar so frá, at Semingssstovnurin fer at royna seming og kallar til nýggjan fund mikudagin ella hósdagin í næstu viku.
SÍ EISINI Semingsmaðurin boðsendur at loysa knút
Felagið hevur latið Semingsstovninum alt tilfar um samráðingarnar. Partarnir, Lønardeildin og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vóru annars til reiðar at undirskriva nýggjan sáttmála fyrrapartin í gjár, men ein óloystur spurningur var kortini eftir.
Hann gjørdi, at felagið ikki kundi undirskriva sáttmálan. Óloysti spurningurin er um lønina hjá einum serligum bólki av sjúkrarøktarfrøðingum.