- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu sjálvi taka støðu til varskógvaraskipan
Men nevndin í feløgum, har minst hálvthundrað fólk arbeiða, eigur á hvørjum ári at taka støðu til, um felagið skal hava eina varskógvaraskipan.
Tað siga embætismenninir hjá landsstýrinum, sum hava gjørt uppskot um eigarapolitikk landsins. Varskógvaraskipanin skal loyva starvsfólki í trúnaði at boða frá álvarssomum misbrotum ella illgruna um misbrot.
Landið við í 16 partafeløgum
Sambært uppskotinum eigur ein varskógvarskipan serliga at verða umhugsað í teimum stóru vinnufeløgunum hjá landinum, har virksemið er samansett, og har tað kann vera langt frá einstaka meðarbeiðaranum til leiðsluna.
Landið er við í 16 partafeløgum. Tíggju partafeløg eigur landið einsamalt. Landið er minnilutaeigari í seks partafeløgum.
Harumframt velur landsstýrið nevndarlimir í trimum vinnurekandi grunnum.
Ongan felags leist
Og fýra stovnar og grunnar eru skildir frá landsfyrisitingini uttan at vera undir vinnufelagslógini ella grunnalógini.
Hetta eru Realkredittstovnurin, Íleggingargrunnurin, Bústaðir og Búnaðargrunnurin, sum eru stovnaðir við løgtingslóg.
Virksemið er vinnuligt, men eingin felags leistur er fyri, hvussu tað verður skipað og stýrt.