- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Tele verri úrslit í fjør
Føroya Tele hevði verri úrslit í fjør, enn árið fyri.
Úrslitið eftir skatt í fjør var knappar 30 milliónir krónur í avlopi.
Tað boðar Føroya Tele frá í tíðindaskrivi.
Fyri skatt var úrslitið 39,8 milliónir kr. í avlopi, og eftir skatt var avlopið 29,8 milliónir krónur. Í fyrraárið var úrslitið eftir skatt 58,3 milliónir krónur.
Verður hugt nærri at roknskapinum, sæst, at úrslitið fyri avskrivingar var góðar 138 milliónir krónur í 2015 samanborið við 162 milliónir krónur í 2014.
Landskassin 25 mió. kr. í vinningsbýti
Føroya Tele hevði aðalfund í gjár.
Aðalfundurin gjørdi av at rinda eigaranum, sum er Føroya landsstýri, 25 milliónir krónur í vinningsbýti.
Á aðalfundinum varð ein broyting gjørd í nevndini. Ólavur Ellefsen er farin úr nevndini, og fyri hann hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum valt Johnni Poulsen.
Í nevndini sita Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt Klausen og Johnni Poulsen.
Poul Poulsen, Ólavur Simonsen og Osvald Joensen eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.
Ómar Svavarsson er formaður, og Gloria Kalsø er næstforkvinna.