- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kemur Landsbankin afturíaftur
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at Landsbankin og Váðaráðið skulu í felag virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum, forða fyri búskaparkreppum og styrkja búskapin.
Nýggi Landsbanki Føroya skal vera óheftur, almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur. Hann skal umsita ogn og skuld landsins, men hann kann eisini vera ráðgevi og fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum.
Váðaráðið skal eygleiða og eyðmerkja yvirskipaðar - systemiskar - fíggjarváðar og gera tilmæli um teir.
SÍ EISINI 5,3 milliónir at endurstovna bankan
Kristina Háfoss sigur, at seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu bara eftirlit við avmarkaðum viðurskiftum.
Úrslitið varð, at flestu lond styrktu yvirskipaða fíggjarliga eftirlitið og settu eisini á stovn tvørgangandi fíggjarlig váðaráð.
Váðaráðini tryggja, at eftirlitið við búskapinum og fíggjarøkinum ikki bara umfatar einstakar stovnar ella úrvald øki, men alla tíðina gera váðametingar fyri alt fíggjarkervið og samfelagið.