- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kann arbeiðið byrja
Nú kann arbeiðið byrja
Projekteringin av nýggju hvalbiarleiðini er nú boðin út. Tunnilin skal tryggja eina tíðarhóskandi farleið til Hvalbiar og norðurpartin av Suðuroynni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hvalbiartunnilin_0.jpg?itok=wWlpi_si)
07.06.2016 - 13:53
Projekteringin av nýggja Hvalbiartunnlinum varð boðin út fríggjadagin. Tað sæst í tíðindaskrivi hjá Landsverki á heimasíðuni.
Hvalbiartunnilin, sum verður um 2.050 metrar til longdar, verður úr dalinum í Trongisvági til dalin sunnan fyri Nes í Hvalba. Somuleiðis skulu til samans 5,6 kilometrar av tilkoyringarvegum gerast.
Fríggjadagin varð boðið út í innbodnari lisitatión í sambandi við prosjektering av eini verkætlan, sum fevnir um ein nýggjan tunnil við tilkoyringarvegum báðumegin tunnilsmunnarnar.
Verkætlanin, um nýggja hvalbiarfarleið, skal vera klár at bjóða út til arbeiðstøku í fyrru helvt av 2017, skrivar Landsverk í tíðindaskrivinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV