- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin framhaldsdeild í Sankta Frants skúla
Skal skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu broytast, so skulu allir partar vera við.
Tað eru boðini sum mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið frá Mentamálaráðnum.
Helena Dam á Neystabø er forkvinna í mentamálanevndini sigur, at niðurstøðurnar hjá mentamálaráðnum eru tær, at tað ikki er ein royndarverkætlan at skipa framhaldsdeild í Sankta Frants skúla sambært fólkaskúlalógini.
Skal ein broyting gerast í skúlabygnaðinum sum viðførir, at man vil hava framhaldsdeild, so skal tað fara fram sambært fólkaskúlalógini.
Tað merkir, at man setur umboð fyri øll skúlastýrini í ein arbeiðsbólk at fyrireika hvussu tann nýggi bygnaðinum í Tórshavnar kommunu so skal síggja út og hetta tekur longur tíð enn fram til summarfrítíðina at gera, sigur Helena Dam .
Skúlabygnaðurin sum vit hava nú, varð samtyktur av einum samdum býráði í 2012, leggur hon afturat.