- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður spakin settur í
Nú verður spakin settur í
Klokkan hálvgum tólv fyrrapartin byrjar arbeiðið at byggja Skúlan á Fløtum í Havn
23.05.2016 - 07:47
Tá fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at seta hakan í grundstykkið í Marknagili í Vesturbýnum. Síðani kann fyrsti parturin av arbeiðinum byrja.
Tað arbeiðið er avgrevstur, so til ber at síggja, hvussu víðari skal arbeiðast við at spreingja og grovplanera.
Mettur til 350 milliónir krónur
Lægsta tilboðið upp á arbeiðið at grava av átti P/F Articon, tað er slakar 1,3 mió. kr. Býráðið samtykti einmælt hóskvøldið at taka av tilboðnum.
Skúlin á Fløtum verður bygdur til 850 børn. Hann er mettur at kosta 350 milliónir krónur. Bygt verður í trimum stigum.
Skúlin á Fløtum er Venjingarskúlin og Kommunuskúlin, sum eru lagdir saman.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV