Fleiri vilja røkja lærarastørv

Fleiri vilja røkja lærarastørv
Flest vísa áhuga fyri einalærarastarvinum í Haraldsundi
 
21.05.2016 - 10:44

Fleiri vilja røkja lærarastørvini sum Mentamálaráðið lýsti leys fyrr í ár. Talan var um skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla og Vestmanna skúla, umframt einalærarastarvið í Haraldssunds skúla og Fámjins skúla og útoyggjalærarastarvið í Svínoyar skúla.

Flest umsóknir vóru til einalærarastarvið í Haraldssunds skúla; 11 vilja taka tað starvið á seg. 

Næst flestar umsóknir vóru til útoyggjastarvið í Svínoyar skúla; har 7, kunnu hugsa sær starvið. 

Skúlastjórastarvið í Vestmanna skúla og skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla eru ávikavist 4 og 3 umsóknir til; somuleiðis eru 3 umsóknir til einalærarastarvið í Fámjins skúla, sæst á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155