Eingi tekin um spreinging í flogfarinum

Eingi tekin um spreinging í flogfarinum
Tíðindini um, at vrakið av egyptiska flogfarinum er funnið, verða nú avsannað
 
20.05.2016 - 08:35

Eingi tekin er um, at ein spreinging var í flogfarinum hjá Egyptair, sum hvarv á veg úr París til Kairo  gjáranáttina. 

Tað vísa kanningar, sum amerikanarar hava gjørt av fylgisveinamyndum. 

Men eingir møguleikar verða útihýstir, hvørki yvirganur ella tekniskt brek.

Flogfarið ikki funnið

Í gjár frættist, at alt vrakið av horvna flogfarinum varð funnið, men hesi tíðindi verða nú avsannað. 

Griksku myndugleikarnir siga, at vrakpettini, sum eru funnin, er ikki av nøkrum flogfari. 

Egyptiska flogfarið fór úr Charles de Gaulle-floghavnini í París um ellivu tíðina fyrrakvøldið.

Halda fram at leita

Tað skuldi seta seg í egyptiska høvuðsstaðnum um trý tíðina gjáranáttina, men tað hvarv stutt eftir at vera komið inn í egyptiskt loftrúm. 66 fólk vóru við flogfarinum.

Hildið verður fram at leita eftir flogfarinum í Miðjarðarhavinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109