Ráðharri: Flogfarið varð rakt av yvirgangsatsókn

Ráðharri: Flogfarið varð rakt av yvirgangsatsókn
Tað er meira sannlíkt, at flogfarið hjá EgyptAir varð rakt av eini yvirgangsatsókn enn tekniskum breki, sigur ráðharri í Egyptalandi
Eitt flogfar hjá EgyptAir, sum hvarv av radaranum í nátt, er mest sannlíkt rakt av eini yvirgangsatsókn, heldur egyptiskur ráðharri. Avmyndað er eitt flogfar hjá felagnum í mars
 
19.05.2016 - 15:40

- Sum støðan er nú, er meira sannlíkt, at flogfarið hjá EgyptAir er rakt av eini yvirgangsatsókn, heldur enn einum tekniskum breki. Tað sigur egyptiski ráðharrin í loftferðslumálum, Sherif Fathy.

Á tíðindafundi fyri løtu síðani hevði ráðharrin tó fá fakta at leggja á borðið. Enn er ikki staðfest, hví egpytiska ferðafólkaflogfarið datt niður, á veg úr París til Kairo í nátt.

SÍ EISINI Óvist hví egyptiskt flogfar er horvið

Flogfarið hvarv av radaranum klokkan trý korter til eitt í nátt, føroyska tíð, ein hálvan tíma áðrenn lending. Ein skipari á einum farmaskipi helt seg síggja eitt eldskýggj á himmalhválvinum

Skiparin sigur seg hava sæð eldskýggj okkurt um 130 sjómíl suður úr oynni Karpathos, sum liggur sunnalaga í griska havinum. Stórt leitingararbeiði fer í løtuni fram har á leiðini.

Fleiri altjóða miðlar skriva nú, at fyrstu lutirnir, sum helst stava frá hesum flogfari, eru funnir í havinum sunnanfyri Karpathos. 66 fólk vórðu umborð á EgyptAir MS804 flogfarinum av slagnum Airbus A320.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109