Óvist hví egyptiskt flogfar er horvið

Óvist hví egyptiskt flogfar er horvið
Nakað eftir at eitt egyptiskt flogfar hvarv av radaranum hjá griksku loftferðslumyndugleikunum, sendi tað út neyðarkall, upplýsir EgyptAir
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
19.05.2016 - 09:08

Tað er framvegis ógreitt, hví eitt flogfar hjá EgyptAir sendi út neyðarkall. Egyptaland og Frakland eru farin at samstarva um, so skjótt sum møguligt at fáa greiðu á, hví flogfarið í nátt hvarv á veg úr París til Kairo.

Hildið verður, at flogfarið er dottið í havið, og tí eru bjargingarfeløg úr Egyptalandi, Grikkalandi og Fraklandi farin at leita eftir flogfarinum.

66 ferðafólk vóru við flogfarinum, tey vóru úr 12 londum, harav 15 úr Fraklandi. Flogfarið fór úr París um ellivutíðina í gjárkvøldið, og stutt fyri klokkan trý í nátt hvarv flogfarið.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tá hevði flogfarið flogið yvir Alpunum, Norðuritalia og Kroatia, og var yvir Miðalhavinum. Flogfarið varð komið inn í egyptiskt loftrúm, tá tað hvarv, upplýsa egyptisku myndugleikarnir.

Myndugleikarnir upplýsa, at tað vóru grikskir flogleiðarar sum kunnaðu um støðuna, eftir at flogfarið var horvið av teirra radara.

Flogfarið hevði bert hálvan tíma eftir til Kairo. Flogfarið, sum var av slagnum Airbus 320-232, og varð bygt í 2003.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109