WHO: Zika-virus er á veg til Evropa

WHO: Zika-virus er á veg til Evropa
Vandi er fyri, at zika-virussið kemur til Evropa í summar. Hetta vísir nýggj vágameting hjá alheimsheilsustovninum hjá Sameindu Tjóðum, WHO
Zika-virus, ið kann vera vandamikið fyri kvinnur, kemur til Evropa í summar sambært heimsheilsustovninum, WHO
 
18.05.2016 - 17:21

Sannlíkindini verða størst at fáa smittuna á Madeira og við landnyrðingspartin av Svartahavinum. Zika-virus spjaðir seg við mýggjabitanum aedes.

Sjúkueyðkennini eru fepur, reyð eygu og høvuðpína, men eini 80 prosent av teimum smittaðu fáa als eingi sjúkueyðkenni.

Hóast WHO sigur, at vandin fyri zika-útbroti í Evropa ikki er so stórur, so er avgerandi, at evropeisku londini seta fyribyrgjandi tiltøk í verk.

WHO: Zika er ein altjóða hóttan

Virussið er vandamikið fyri kvinnur, sum eru við barn, tí illgruni er um, at tað elvir til, at skalli og høvd hjá nýføðingum eru illa búnað og tí kann hava heilaskaða við sær.

Zika-smittan er higartil staðfest í 27 londum, og WHO hevur lýst virussið at verða ein altjóða hóttan.

- Vit mæla staðiliga til, at tiltøk, sum vit vita kunnu fyribyrgja útbroti, verða raðfest, sigur Zsuzsanna Jakab, sum er doktari og stjóri fyri Evropa í WHO, við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946