Heimsfevnandi hitamet í apríl

Heimsfevnandi hitamet í apríl
Hitin á jørðini hevur verið methøgur sjey mánaðir á rað, vísa mátingar hjá NASA. Apríl mánaðurin var einki undantak
Miðalhitin á jørðini var 1,11 stig celsius yvir tann miðalhitan fyri apríl, sum er gjørdur yvir eitt drúgt tíðarskeið. 2016 fer at verá heitasta árið, sum er mátað, siga veðurlagsgranskarar
 
18.05.2016 - 11:07

Seinasta uppgerðin fyri apríl vísir, at miðalhitin á jørðini var 1,11 stig celsius yvir tann miðalhitan fyri apríl, sum er gjørdur yvir eitt drúgt tíðarskeið.

Talan er um eitt øgiligt lop sammett við 2010, tá ávaringar vóru um, at mánaðarhitin tá var 0,24 stig celsius yvir langtíðarmiðaltalið.

Altso er lopið frá 0,24 stigum celius í 2010 til 1,11 stig celsius nú. Uppgerðir hjá NASA vísa, at hitin á jørðini hevur sett met hvønn einasta mánað síðani oktober 2015.

Vísindafólk rópa varskó

Hvørja ferð hevur vøksturin verið munandi. Tíðindini um metheitar mánaðir eru nú vorðin so vanlig, at vísindafólk óttast, at fólk als ikki hoyra álvaran í teimum longur.

Mátingar hjá øðrum veðurlagsstovnum vísa enn verri støðu. Summar mátingar vísa, at hitin á jørðini hevur sett met heili 11 mánaðir á rað. Taka vit so árið 2016 higartil, er lítil vón um bata.

Tí so heitt hevur verið í miðal á jørðini higartil í ár, at veðurlagsgranskarar siga sambært Assosiated Press, at als eingin ivi er um yvirhøvur, at 2016 eisini fer at verða heitasta árið, sum nakrantíð er mátað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109