Tannáringur tikin fyri yvirgangsætlanir

Tannáringur tikin fyri yvirgangsætlanir
Ein tannáringur í Avstralia er skuldsettur fyri at hava æltanir um at fremja yvirgangsatsókn í næstum. Hann kann verða dømdur lívlangt fongsul
Ein tannáringur í Avstralia er handtikin í Sydney, eftir at løgreglan í aðrari atsókn framdi húsrannsóknir í bústøðum í Melbourne
Mynd: AP  
 
17.05.2016 - 17:29

18 ára gamli maðurin í Avstralia varð handtikin í Sydney í dag, eftir at løgreglan í aðrari atsókn framdi húsrannsóknir í bústøðum í Melbourne.

Løgreglan hevur skuldsett tannáringin fyri at hava leitað eftir og kannað støð í Sydney, har hann kundi fremja yvirgangsatsókn, og hann skal, sambært skuldsetingini, eisini hava roynt at skaffa sær skotvápn.

Fingu illgruna til mannin í februar

18 ára gamli maðurin varð hildin aftur á flogvøllinum í Sydney í februar mánaði, tá hann royndi at fara úr Avstralia til Sýria fyri at stríðast saman við jihadist-bólkum. Tá var longu hald lagt á passið hjá honum.

- Síðani tá hava viðkomandi myndugleikar hildið vakið eygað við honum. Tíðliga í morgun varð avgerð tikin um at handtaka hann fyri at forða fyri eini yvirgangsatsókn um stutta tíð, stendur í fráboðan frá avstralska ákærumyndugleikanum í dag.

Tannáringurin, sum býr í Sydney, kann verða ákærdur fyri at hava fyrireikað ella at hava ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir. Hann kann verða dømdur lívlanga fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109