IS tikið ábyrgd fyri sjálvmorðsbumbu í Jemen

IS tikið ábyrgd fyri sjálvmorðsbumbu í Jemen
Teir 31, sum lótu lív, vóru allir í venjing sum løgreglumenn, og afturat teimum deyðu, eru minst 60 onnur løstað
 
16.05.2016 - 16:14

Islamskur statur - ella IS - hevur tikið ábyrgdina av eini sjálvmorðsbumbu, sum í gjár kravdi 31 mannalív í havnarbýnum Mukalla í Jemen.

Teir 31, sum lótu lív, vóru allir í venjing sum løgreglumenn, og afturat teimum deyðu, eru minst 60 onnur løstað.

Drúgt borgarakríggj

Vápnað stríð hevur í meiri enn fimm ár valdað í Jemen, tí fleiri bólkar kríggjast um at stýra pørtum av landinum.

Borgarakríggið í Jemen hevur syndrað stórar partur av landinum, og onga aðrastaðni í heiminum hava so nógv fólk verið noydd at rýma frá húsi og heimi sum í Jemen.

Av teimum 24 milliónunum, sum búgva í landinum, eru omanfyri tvær milliónir flóttafólk í egnum landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109