Rúsdrekkalógin í Grønlandi víðkast

Rúsdrekkalógin í Grønlandi víðkast
Rúsdrekkalógin í Grønlandi skal víðkast, heldur grønlendska landsstýrið, ið hevur sent eitt uppskot um sølu og skeinking til hoyringar
 
15.05.2016 - 16:55

Loyvt eigur at verða at selja rúsdrekka í handlum til klokkan 20 gerandisdag og klokkan 16 um vikuskiftið. Harumframt skal eisini vera loyvt at selja rúsdrekka nýggjársdag.

Tað stendur í uppskotinum, sum er sent til hoyringar. Vertshús í Grønlandi skulu, sum nú er, steingja klokkan trý leygar- og sunnumorgun, men tað er ov tíðliga.

Rúsdrekkalýsingar skulu bannast

Vertshúsini í Grønlandi eiga at sleppa at hava opið tveir tímar longur, til klokkan fimm á morgni um vikuskiftið, heldur landsstýrið sambært uppskotinum.

Hinvegin skulu lýsingar fyri rúsdrekka verða bannaðar stendur í uppskotinum hjá grønlendska landsstýrinum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Hoyringarfreistin er 2. juni. Verður uppskotið hjá grønlendska landsstýrinum verður tað ætlandi sett í gildi 1. apríl í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109