- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í minsta lagi 50 fólk deyð av toruni
Í minsta lagi 50 fólk í Bangladesh eru sambært bretska kringvarpinum, BBC deyð eftir, at toran sló niður og rakti tey.
Talan kann kortini vera um fleiri fólk. Miðlar í Bangladesh skriva, at útivið 65 fólk doyðu, tá toran sló niður hósdagin og fríggjadagin.
Meginparturin av teimum deyðu vóru landbúnaðararbeiðarar, ið vóru til arbeiðis, tá toran sló niður í fátæka landinum, skrivar Ritzau.
Verri enn vanlig ár
Hóast tað ikki er óvanligt, at toran slær niður í Bangladesh hesa árstíðina, so er tað kortini verri í ár enn undanfarin ár.
Atvoldin til hervuliga toruveðrið kann vera, at hitin er hækkaður og at stórar skógir eru feldar, siga serfrøðingar.
Síðan mars í ár eru 90 fólk deyð, tí snarljósið rakti tey. Til samans doyðu 51 fólk í 2015, sambært BBC, ið endurgevur Voice of America.