- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiknir fyri at yvirhála sjúkrabil
Tiknir fyri at yvirhála sjúkrabil
Stutt fyri midnátt vóru tveir ungir bilførarar, um 20 ára aldur, tiknir fyri at koyra ov skjótt og fyri at yvirhála eitt neyðsendarfar
14.05.2016 - 09:44
Tá teir komu koyrandi eftir Kaldbaksvegnum yvirhálaðu báðir bilførararnir ein sjúkrabil, sum koyrdi við neyðsendarlúðri.
Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn, koyrdu ungu menninir 140 km/t.
Løgreglan fekk fatur á báðum bilførarunum, sum nú eru skuldsettir og avhoyrdir, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV