Russland fer undir hernaðardubbing

Russland fer undir hernaðardubbing
Amerikanska ætlanin um ein rakettskjøldur fer at hava við sær, at Russland fer at hækka verjuútreiðslurnar, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin
 
14.05.2016 - 14:05

- Gongdin í málinum vísir, at støðan er ikki batnað, sigur Putin sambært russisku tíðindastovuni Tass. - At radarstøðin í Rumenia skal vera partur av amerikansku rakett-verjuskipanini, er tekin um, at støðan tíverri er versnað, sigur Putin eftir ein fund við russiskar heryvirmenn.

Støðin í Rumenia er partur av skipanini, sum skal ávara Nato um rakettálop og skjóta rakettirnar. Á støðini verða eisini rakettir.

Eisini verða støðir settar upp í Póllandi og Turkalandi, og skip verða somuleiðis við í rakettverjuskipanini.

Ósemja um rakettskjøldurin

Russland hevur fleiri ferðir funnist at rakettskjøldrinum, men Nato sigur, at skjøldurin er ikki ætlaður at verja fyri Russlandi. 

Skipanin er ætlað at verja fyri langtberandi rakettum, sum ágangandi lond skjóta. Iran verður nevnt sum dømi.

Putin spyr, hvaðani atomhóttanin úr Iran kemur. Hon er burtur, sigur hann, men kortini verður hildið fram at byggja rakettverjuskipanina, sigur russiski forsetin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109