- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland: Meiri enn helmingurin vil ikki uppí ES
Ein meiningakanning, sum varð gjørd 6. - 9.mei vísur, at 51,4 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at Ísland fer uppí ES, 27,1 prosent eru fyri og 21,5 prosent hava ikki tikið støðu.
Mótstøðan móti ES-limaskapi er størst millum tey, sum ikki búgva í høvuðsstaðnum (63,4 prosent).
Millum eldri veljarar er mótstðan 71,2 prosent og hjá teimumy, sum stuðla sitandi stjórn, er mótstøðan 82,4 prosent.
Fleiri kvinnur enn menn eru ímóti limaskapi, ella 55,4 prosent av kvinnunum og 48 prosent av monnunum.
Støðan til, um Ísland skal fara uppí ES, er lítið broytt seinastu árini.
Í 2012 vóru millum 60 og 65 prosent av veljarunum ímóti íslendskum ES-limaskapi, meðan 20 prosent tóku undir við tí.
947 persónar vóru spurdir í meiningakanningi, - og øll vóru 18 ár ella eldri.