Sníktu seg til Íslands við Norrönu

Sníktu seg til Íslands við Norrönu
Tíðliga týsmorgunin fekk politiið á Eysturlandinum í Íslandi boð um fýra loyniferðamenn á Norrönu, sum var á veg til Seyðisfjarðar
Fýra loyniferðamenn vóru umborð á Norrönu, tá skipið skom á Seyðisfjørð týsmorgunin. Tríggir hava biðið um friðskjól í Íslandi, tann fjórði verður sendur aftur til Danmarkar
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
12.05.2016 - 09:17

Menninir eru úr Marokko og Tunis, skrivar RÚV, íslendska kringvarpið. Politiið fór við tí eina manninum á Egilsstaðir, tí hann var illa fyri sálarliga.

Hann bað seinni um politiskt friðskjól. Løtu seinni bað manningin á Norrönu politiið um hjálp, tí hinir tríggir loyniferðamenninir rýmdu í land.

Teir komu seinni sjálvir til politiið og søgdu, at teir ætlaðu sær at arbeiða í Íslandi. Tveir bóðu eisini um friðskjól í Íslandi.

Sendur aftur til Danmarkar

Fjórði maðurin er nú á veg aftur til Danmarkar við Norrönu, sum kemur á Havnina seinnapartin í dag. Hildið verður, at teir fýra loyniferðamenninir eru komnir umborð í Hirtshals.

Hinir tríggir menninir eru nú í Reykjavík, har sum mál teirra verða viðgjørd. 3. mai var eisini ein loyniferðamaður við Norrönu, tá hon kom til Íslands.

Hann er úr Sýria. Hann fór alt fyri til politiið, tá Norröna var komin at bryggju á Seyðisfirði, og bað um politiskt friðskjól í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109