ES-forsetin á loyniligari vitjan í Grønlandi

ES-forsetin á loyniligari vitjan í Grønlandi
ES-forsetin, Donald Tusk, vitjar í Grønlandi í næstu viku. Almenningurin fær ikki at vita, hvørji ørindini hjá honum í Grønlandi eru
ES-forsetin, Donald Tusk úr Póllandi, fer til Grønlands í næstu viku. við honum í ferðini verður danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen
 
12.05.2016 - 10:39

ES-forsetin, Donald Tusk úr Póllandi, fer til Grønlands í næstu viku og við honum í ferðini verður danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.

Teir skulu á ein fund í Ilulissat týsdagin, har sum Kim Kielsen, landsstýrisformaður, er vertur, veit KNR, grønlendska kringvarpið, at siga.

Men KNR fær einki at vita um ørindini hjá Tusk í Grønlandi. Landsstýrið vil hvørki vátta ella avsanna, at Donald Tusk og Lars Løkke Rasmussen koma til Grønlands í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109