Tómt tangaskip rikið á land

Tómt tangaskip rikið á land
Nógvir spurningar eru reistir, eftir at eitt tómt tangaskip er rikið uppá land á liberisku strondina í VesturAfrika, skrivar the Guardian
Nú verður forsøgan hjá Tamaya 1 kannað
Mynd: Facebook  
 
09.05.2016 - 11:15

Mynduleikarnir eru nú farnir at kanna, hvat kann verða hent, áðrenn gøtuføra skipið rak á land. Hvørki manning ella bjargingarbátar eru umborð.

64 metrar langa Tamaya 1, sum skipið eitur, er upprunaliga skrásett í Panama, og seinasta kenda knattstøða hjá skipinum er nakaðvæl norðanfyri Liberia, men tó framvegis út fyri Afrika. Tað var knattstøðan hjá skipinum 21. apríl í ár.

Ein teori

Fólk á staðnum funnu skipið, og síðani hava borgarar helst rænt tað, sum kundi rænast úr skipinum. Myndugleikar hava tó, hóast fáar slóðir eru at elta, eina teori um, hvat kann verða farið fram, áðrenn skipið rak á land.

- Okkara besta boð er, at skipseigarin er farin á húsagang, og tí ikki kundi rinda manningin løn. Tí er manningin farin í bjargingarbátarnar og farin frá skipinum, sigur talsmaður fyri havnamyndugleikarnar í Liberia, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109