BBC-journalistur útvístur úr NorðurKorea

BBC-journalistur útvístur úr NorðurKorea
Rupert Wingfiled-Hays, journalistur, er útvístur úr NorðurKorea, eftir at hann hevur gjørt reportagur úr NorðurKorea
Rupert Wingfield-Hays, journalistur hjá BBC
Mynd: BBC  
 
09.05.2016 - 11:26

Hann varð steðgaður, tá hann skuldi fara umborð á flogfarið fríggjadagin. Hann varð tikin við til avhoyringar, og varð noyddur at skriva undir eina samtykt, skrivar BBC.

Hann var í NorðurKorea saman við einum framleiðara og einum fotografi í sambandi við fyrsta floksfundin hjá kommunistaflokkinum í NorðurKorea í 36 ár. Æltanin var, at tey trý skuldu fylgja eini sendinevnd av Nobelheiðursvinnarum, sum vóru lestrarferð í NorðurKorea. Og tey trý høvdu gjørt fleiri reportagur, sum vístu lívið í høvuðsstaðnum.

Strangt eftirlit

Sambært heimasíðuni hjá BBC, var landsins leiðari ónøgdur við reportagurnar, sum tey høvdu gjørt. Stýrið í NorðurKorea kannar neyvt, hvørjar myndir sleppa út úr landinum. Almennu myndirnar vísa sum oftast stórar skrúðgongur og stórar plakatir av Kim Jong-un.

Arbeiðsumstøðurnar hjá journalistum eru stak vánaligar undir stýrinum, og pressufrælsið er ikki í landinum.

Og farnu viku var ætlanin, at landið skuldi vísa seg frá síni bestu síðu, og millum annað varð bann sett fyri brúdleypum og jarðarferðum.

Samtykt á floksfundi

Á floksfundinum hjá norðurkoreiska kommunistaflokkinum, varð millum annað samtykt, at landið skal økja um talið og nútímansgerða kjarnorkuvápnini, -hóast Kim Jong-un hevur sagt, at landið hevur kravt at umheimurin skal minka um talið av vápnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109