- Tíðindi, mentan og ítróttur
Revsa lond ið siga »nei« til flóttafólk
Talan verður um tvær milliónir krónur í bót fyri hvørt flóttafólk. Tað skrivar bretska blaðið, Financial Times, sum hevur embætisfólk í Brússel sum keldu.
ES-nevndin fer at almannakunngera nýggju skipanina í dag, skrivar blaðið. ES-londini vórðu annars samd um at taka ímóti ávísum tali av flóttafólkum í fjør.
Men tá streymurin av flóttafólkum vaks í stórum, kom stígur í, tí fleiri lond søgdu seg ikki hava ráð at taka ímóti so nógvum flóttafólkum, sum talan kundi gerast um.
Flóttafólkstreymurin nógv minkaður
Streymurin av flóttafólkum er nógv minkaður, síðani Turkaland í mars gekk við til at taka ímóti flóttafólkum sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Grikkalandi, samstundis sum ES-londini skuldu taka ímóti 72.000 flóttafólkum, sum eru í legum í Turkalandi.
ES gekk samstundis við til at stuðla Turkalandi fíggjarliga, og at gera tað lættari hjá turkum at sleppa til ES.
Financial Times skrivar, at fýra embætisfólk í Brússel hava váttað, at talan verður um bøtur sum eru næstan tvær milliónir kr. fyri hvørt flóttafólk, um ES-londini ikki vilja góðtaka avtaluna sum er gjørd við Turkaland.