ILA breiðir seg í Noregi

ILA breiðir seg í Noregi
Laksasjúkan ILA breiðir seg í Noregi, og er nú staðfest í trimum alibrúkum. Myndugleikarnir í landinum taka sjúkuna í stórum álvara
Laksasjúkan ILA breiðir seg í Noregi, og er nú staðfest í trimum alibrúkum. Átta alibrúk eru nú avbyrgd
 
04.05.2016 - 19:03

So hvørt sum boðini um ILA eru komin, hava myndugleikarnir avbyrgt øll alibrúk sum eru nærri enn fimm kilometrar frá brúkunum, har sjúkan er. Nú eru átta alibrúk avbyrgd.

ILA sjúkan tekur seg upp av og á, hon ger av við laksin, men er ikki vandamikil fyri fólk. Alibrúkini sum eru í vandaøkinum fáa boð um at taka laksin alt fyri eitt.

Tað kann hava stóran fíggjarligan miss við sær, men laksurin sum er í vandaøkinum, er mestsum fullvaksin, og tí verður missurin ikki so stórur.

Tað sigur ein umboðsmaður fyri norska matvørueftirlitið. Onnur alibrúk sum kunnu vera í vanda fyri at fáa ILA, gera nú regluligar kanningar av fiskinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109