- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda fram at samráðast
Halda fram at samráðast
Arbeiðsgevarafelagið og tey fimm arbeiðarafeløgini halda í morgun fram við samráðingunum um nýggjar sáttmálar fyri teir, ið fóru úr gildi sunnudagin
02.05.2016 - 08:14
Samráðingar vóru frá týsmorgni til fríggjadag í síðstu viku, men komið var ikki á mál. Fríggjakvøldið varð boðað frá, at sáttmálarnir vóru longdir til á midnátt í annaðkvøld.
Partarnir lótu hvørjum øðrum krøvini, sum teir vilja hava við í nýggjan sáttmála, tann 29. mars. Tá byrjaðu samráðingarnar eisini, og nógvir fundir hava verið. Feløgini eru samd um einki at siga um krøvini og samráðingarnar annars.
Tey fimm fakfeløgini í sáttmálasamráðingunum eru Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðskvinnufelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV