- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri kvinnur enn prestar í tjóðartinginum
Talan er um ein sigur hjá hóvliga forsetanum, Hassan Rouhani, at fólk heldur velja kvinnur enn víðgongdar prestar í tjóðartingið. Nú eru 18 kvinnur í iranska tjóðartinginum og tað er tvær ferðir so nógvar sum frammanundan.
Hóast tað eftir vesturlendskari meting ikki er serliga nógv, at 18 av teimum 290 umboðunum eru kvinnur, so er talan um stóra broyting í Iran.
Søguligt valúrslit
Ongantíð síðani 1979, tá islamska prestastýrið kom til valdið, eru so nógvar kvinnur valdar í tingið. Tá fyrsta valið var eftir kollveltingina í 1979, vórðu 164 prestar valdir, nú vóru bert 16 valdir í tjóðartingið.
Valið prógvaði samstundis, at harðrendu polittikararnir ikki eru eins væl umtóktir í Iran sum teir hava verið, og fyri hvørt val fækkar talið av teimum harðrendu, sum ikki vilja vita av samstarvi við vesturheimin, samstundis sum talið á teimum sum vilja samstarva við vesturheimin økist.
Allar níggju kvinnurnar sum hava mannað tjóðartingið seinastu árini, eru mettar at vera konservativar. Eingin av teimum varð vald aftur, og allar tær 18, sum nú eru valdar, hoyra til hóvliga veingin hjá forsetanum.