- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er Víkingur oddalið
Víkingur vann 1-0 ímóti B36 í Sarpugerði og málið kom longu eftir 9 minuttir, tá ið Philip Djordjevic var hægstur eftir horna og stútaði bóltin í netið.
Tað málið bleiv tað einasta í dystinum, og sostatt reisti Víkingur seg í dag, eftir at teir hóskvøldið taptu fyri KÍ.
Við sigrinum kemur Víkingur upp á 18 stig og er harvið nýtt oddalið í EFFOdeildini.
Í Fuglafirði vann ÍF 4-2 ímóti HB í einum jøvnum og undirhaldandi dysti.
HB legði seg annars á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Christian R. Mouritsen setti eitt brotsspark í netið, men beint fyri hálvleik javnaði Adeshina Lawal fyri ÍF.
Í seinna hálvleiki fylgdust liðini eisini, fyrst legði Jákup F. Hansen HB á odda 2-1, men Adeshina Lawal var skjótur at javna aftur til 2-2.
Seinastu tíggju minuttirnar fekk ÍF tvey mál afturat og tryggjaðu sær soleiðis sigurin og tey trý stigini ímóti HB.
Fyrst skoraði Bogi Reinert Petersen og lítla løtu seinni var tað Adeshina Lawal sum við sínum triðja máli í dag slóg ÍF-sigurin fastan.
KÍ vann 4-1 ímóti uppflytarunum úr B68 í Klaksvík.
KÍ var omaná so at siga allan dystin, men tað var B68, sum legði seg odda eftir ein hálvan tíma við máli frá Kristian Antoni Andreasen.
Men so kom ferð á hjá KÍ. Við einum reinum hattrikki syrgdi Jóanes Bjartalíð fyri, at støðan bleiv 1,2 og 3-1,
áðrenn Hjalgrím Elttør setti punktum við máli í yvirtíðini, soleiðis at dysturin endaði 4-1 til KÍ.
Í Runavík vann NSÍ 2-1 ímóti AB. Magnus Olsen legði heimaliðið á odda eftir 20 minuttir,
og tá ið Monrad Holm Jacobsen hjá NSÍ varð rikin av vøllinum beint fyri hálvleik varð lagt upp til ein spennandi seinna hálvleik.
Men við brotssparki, sum Klæmint A. Olsen tók sær av, legði NSÍ seg á odda 2-0,
og hóast Rasmus Dan Sørensen minkaði um munin fyri AB, so komu teir ikki nærri nøkrum stigi og NSÍ vann sostatt dystin 2-1.
Á Skála vann heimaliðið Skála stórsigur ímóti TB, dysturin endaði 5-1 til heimaliðið.
Jónhard Frederiksberg skjeyt trý mál fyri Skála, ímeðan Álvur Christiansen og Jákup Johansen skutu hvør sítt.
Øll málini hjá Skála komu innanfyri fyrsta tíman av dystinum og eftir hetta var ikki nógv at skriva heim um
fyrrenn seks minuttir fyri leiklok, tá ið Teitur Justinussen pyntaði um úrslitið fyri TB, soleiðis at dysturin endaði 5-1.
Dagsins úrslit bera við sær, at bert fýra stig eru ímillum nummar eitt og seks.
1 | Víkingur | 18 |
2 | KÍ | 17 |
3 | B36 | 17 |
4 | HB | 17 |
5 | NSÍ | 15 |
6 | ÍF | 14 |
7 | Skála | 9 |
8 | TB | 8 |
9 | AB | 5 |
10 | B68 | 3 |