- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanska sendistovan ávarar um yvirgang
Amerikanska sendistovan ávarar um yvirgang
Hon hevur fingið fleiri eftirfarandi ábendingar um, at yvirgangsbólkar leggja til rættis atsóknir móti vælumtóktum frítíðarstøðum í øllum Turkalandi
28.04.2016 - 08:52
Heimasíðan hjá amerikonsku sendistovuni í Ankara í Turkalandi minnir á, at útlendsk ferðafólk í landinum fleiri ferðir hava verið mál fyri slíkum atsóknum, og mælir sínum ríkisborgarum til at vera varin, - serliga á støðum, har nógv fólk savnast og á vælumtóktum ferðamálum.
Turkaland hevur upplivað seks deyðilig sjálvmorðálop síðani julimánað í fjør, sum annaðhvørt hernaðarligir kurdar ella víðgongdi islamist-bólkurin IS, hava tikið ábyrgdina fyri.
Tveir amerikanarar, ein ísraeli og ein irani lótu lív í sjálvmorðsatsókn í gongugøtuni í Istanbul í marsmánaði, og í januar lótu 12 ferðafólk lív í søguliga býarpartinum í Istanbul.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV