Svøríki: Kanna hóttan um yvirgang

Svøríki: Kanna hóttan um yvirgang
Svenska trygdarløgreglan, Säpo, hevur kallað saman kreppubólkin, eftir at løgreglan hevur fingið upplýsingar um yvirgangshóttan móti landinum
Svenskar trygdardeildir og serligu deildirnar hjá løgregluni eru í øktaru tilbúgving, skrivar Expressen
Mynd: Aftonbladet  
 
26.04.2016 - 10:44


Svenska trygdarløgreglan, Säpo, hevur kallað saman kreppubólkin, eftir at løgreglan hevur fingið upplýsingar um yvirgangshóttan móti landinum. Tað skrivar svenska blaðið, Aftonbladet, í morgun.

Sambært svenska blaðnum, Expressen, hevur Säpo fingið upplýsingar frá iraksku trygdartænastuni um, at IS-yvirgangsfólk hava ætlanir um at fremja yvirgangsálop í Stokkholmi.

Sambært Expressen, hava yvirgangsfólkini ætlanir um at søkja at sivilum málum í Stokkholmi. 

Talan skal vera um sjey ella átta persónar, sum longu eru í Svøríki. Fólk frá svensku trygdarløgregluni, Säpo, fóru ígjár til Irak.

- Júst nú arbeiða vit intensivt við at meta um upplýsingarnar, sum vit hava fingið, sigur Simon Bynert, kunningarfólk hjá trygdarløgregluni við blaðið. - Í løtuni savna vit saman upplýsingar og fráboðanir, og vit samstarva við svenskar og altjóða partnarar, sigur hann við Aftonbladet. 

Hann vil ikki siga, at nær løgreglan fekk upplýsingarnar, um nakar er handtikin ella um nakar er undir illgruna.

- Vit fáa javnan upplýsingar av hesa slagi. Stundum er tær meiri óvissar, - stundum minni, sigur Simon Bynert, kunningarfólk hjá svensku trygdarløgregluni.

Svenskar trygdardeildir og serligu deildirnar hjá løgregluni eru í øktaru tilbúgving, skrivar Expressen. 

Svenski innanríkismálaráðharrin, Anders Ygeman, vil ikki gera viðmerkingar til hóttanina. 

Hann vil heldur ikki siga, um  Säpo hevur kunnað innanríkisráðið um kanningararbeiðið, sum er í gongd í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109