Forsetin eigur at kunna íslendsku tjóðina

Forsetin eigur at kunna íslendsku tjóðina
Stjórin fyri íslendska ílegugranskingarstovnin, Decode, Kári Stefansson, heldur, at forsetin eigur at greiða frá sínum fíggjarligu viðurskiftum
Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, og Dorritt Moussaieff, forsetafrúa
Mynd: mbl.is  
 
26.04.2016 - 12:42

Stjórin fyri íslendska ílegugranskingarstovnin, Decode, Kári Stefansson, heitir í grein í Morgunblaðnum, á íslendska forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson, um at kunna íslendsku tjóðina um fíggjaligu viðurskiftini hjá honum og konuni. Tað skrivar Eyjan. 

Flutt til Bretlands

Forsetafrúan, Dorritt Moussaieff, flutti lógliga uppihaldsloyvi sítt til Bretlands 27. desember 2012.

Tá skrivaði hon, at í sambandi við, at maður hennara ikki fór at stilla uppaftur til forsetavalið, fór hon at flyta bústað til London, har hon arbeiddi fyrr, og har foreldur hennara hava eitt felag, sum hon skal hjálpa teimum við.

Sambært íslendska blaðnum, Vísir, savna foreldur hennara gimsteinar og smúkkur, og eru væl fyri fíggarliga, - so væl, at tey verða nevnd millum ríkastu fólk í heiminum.

Einki at fjala

Í samrøðu fríggjadagin, sum Christiane Amanpour í CNN gjørdi við Ólaf Ragnar Grímsson, var íslendski forsetin spurdur, um hann hevði nakra útlendska bankakontu, - um kona hansara hevur nakra útlendska bankakontu, og um nakað kann verða avdúkað um hann og familju hansara. 

Ólafur Ragnar Grímson svaraði nei til allar spurningarnar, - nei, tað fer ikki at henda.

Fleiri spurningar

Kári Stéfansson spyr eisini í greinini íslendska forsetan um, hvussu nógvar pengar hann eigur, - um hjúnini hava gjørt íløgur í nakað, sum kann fáa almenningin at halda, at áhugamál teirra er í stríð við áhugamál hjá íslendsku tjóðini: - Hava tey t.d. krøv móti kollsigldu íslendsku bankunum, ella arbeiða tey ímóti íslendsku krónuni.

Kári Stefanson vónar í greinini, at Ólafur Ragnar Grímsson fer at svara spurningunum. Um ikki, verður tað torført hjá mongu stuðlum forsetans, at velja hann aftur til Bessastaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109