- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggur sigur til B36
Sjeynda umfar í Effo-deildini er nú avgreitt, og føroyameistararnir í B36 síggja út til at hava funnið stevið aftur eftir nøkur ivasom úrslit í seinastu dystunum. Árstalsfelagið vann toppdystin móti NSÍ 3-1 við málum frá Sebastian Pingel, Róaldi Jakobsen og Lukaszi Cieslewicz. Klæmint A. Olsen skoraði málið fyri runavíkingar.
AB og KÍ fingu hvør sítt stig og hvør sítt mál á Argjum, og í Fuglafirði endaði dysturin millum ÍF og Skála 2-2. Víkingur vann 2-1 á TB í Gøtu, og HB vann 1-0 á B68 í Gundadali.
Støðan eftir sjeynda umfar:
HB 17
Víkingur 15
B36 14
NSÍ 12
KÍ 11
ÍF 8
TB 5
Skála 5
AB 4
B68 3