Krista umboðar Føroyar í OL

Krista umboðar Føroyar í OL
Krista Mørkøre hevur klárað kravtíðina at sleppa við til paralympisku leikirnar í Rio
 
21.04.2016 - 08:09

Um vikuskiftið svam Pál Joensen undir kravtíðina til Olympisku Leikirnar, sum verða í Rio de Janeiro í summar, og í gjár varð greitt, at eisini Krista Mørkøre úr Klaksvík skal svimja kapp í Brasil í summar.

Hon fekk í gjár at vita, at hon hevur klárað kravtíðina at sleppa við til paralympisku leikirnar.

Í tíðindaskrivi boðar ÍSB frá, at Krista Mørkøre skal svimja 50, 100 og 400 metrar frísvimjing á paralympisku leikunum í Rio í september.

Á sterkasta liðnum

Í 2007 fekk Krista Mørkøre ein svull í heilan. Svullurin elvdi til, at høgra síða á andliti hennara er lammað og at hon stundum hevur óstýriligur rørslur í høgra armi og beini. Men tað tók kortini ikki mótið frá Kristu Mørkøre at svimja kapp, og nú skal hon vegna Føroyar svimja í sterkasta bólkinum á paralympisku leikunum.

ÍSB er er limur í IPC, og tí fer Krista Mørkøre at umboða Føroyar, tá hon kavar í hylin í Rio í september.

Pál Joensen, hinvegin, fer formliga at umboða Danmark, tí Ítróttarsamband Føroya hevur ikki limaskap í olympisku nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551