Oljan verður bíligari

Oljan verður bíligari
Ósemja í OPEC, felagsskapinum fyri lond, sum framleiða olju, ger, at oljuprísurin lækkar uppaftur meira. Ráoljan lækkar nú fleiri prosentstig
Ráoljuprísurin á heimsmarknaðinum lækkar væntandi meira enn fimm prosent í dag í kjalarvørrinum á fundi hjá OPEC-londunum sunnudagin
 
18.04.2016 - 11:41

Ráoljuprísurin á heimsmarknaðinum lækkar væntandi meira enn fimm prosentstig í dag. OPEC-londini høvdu fund í Qatar sunnudagin.

Men semja varð ikki um at læsa framleiðsluna fasta á tí stigi, hon er í dag. Ivaleyst er til av á marknaðinum, og tí fellur prísurin.

SÍ EISINI OPEC: Oljuprísurin fer at hækka aftur

Ein tunna av norðsjóvarolju kostar nú slakar 41 dollarar. Tað eru góð fimm prosent minni enn fríggjadagin, tá ein tunna av norðsjóvarolju kostaði góðar 43 dollarar.

Í januar setti lági oljuprisurin met. Tá var hann minni enn 30 dollarar fyri tunnuna. Síðani er prísurin hækkaður nakað. Tá oljuprisurin var í hæddini í 2012, kostaði tunnan meira enn 120 dollarar.

Rakar londini meint

Lági oljuprísurin rakar oljuframleiðandi londini meint, men av tí at OPEC-londini eru so ósamd um at avmarka útboðið, eru útlit til, at oljuprísurin ikki hækkar aftur í bræði.

Iran sendi avboð til OPEC-fundin í gjár, og tí varð greitt, at eingin semja bleiv. Saudiarabia kravdi, at øll limalondini skuldu vera á einum máli um at avmarka oljuframleiðsluna.

Altjóða tiltøk hava rakt Iran í mong ár. Tí leingjast iransku myndugleikarnir eftir inntøkum frá oljuvinnuni, sum er størsta útflutningsvinna í landinum. Iran vil tí ikki skerja oljuframleiðsluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109