Hundraðtals fólk latið lív í jarðskjálvta

Hundraðtals fólk latið lív í jarðskjálvta
Jarðskjálvtin í suðuramerikanska landinum Ekvador hevur kravt í minsta lagi 270 mannalív, upplýsir forsetin í landinum, Rafael Correa, í morgun
Í minsta lagi 270 fólk hava latið lív í einum jarðskjálvta í Ekvador leygardagin. Skjálvtin er tann ringasti í søgu landsins
Mynd: AP  
 
18.04.2016 - 08:05

Meira enn 2500 fólk eru løstað. Jarðskjálvtin í Ekvador, sum var leygardagin, er tann ringasti í søgu landsins. Hann varð mátaður til 7,8 á Ricther-stiganum.

Forsetin var staddur í Italia, tá tíðindini um skjálvtan bórust, og hann fór tí alt fyri eitt heimaftur til Ekvador.

Nógvir bygningar eru rapaðir, og forsetin sigur, at tað, sum hevur størstan týdning, er at bjarga fólki úr húsatoftunum. Undantaksstøða er lýst í Ekvador eftir jarðskjálvtan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109