Pávin tikið flóttafólk við til Rom

Pávin tikið flóttafólk við til Rom
Pávin, sum hevur verið og vitjað á griksku oynni Lesbos, hevur tikið tríggjar flóttafólkafamiljur aftur við sær til Italia
 
17.04.2016 - 12:51

Tær tríggjar familjurnar vórðu valdar út við lutakasti, skrivar BBC.

Familjurnar eru 12 í tali - seks børn og seks vaksin. Tey eru muslimar og hava øll upplivað, at heim teirra varð bumbað í Sýria, áðrenn tey tóku til rýmingar móti griksku oynni. Tvær av familjunum eru úr høvuðsstaðnum í Sýria, Damaskus, meðan triðja familjan er úr Deir Azzor, sum er eitt økið, ið er hersett av Islamska Statinum, skrivar Vatikanið í eini kunngerð. 

ES hevur við nýggjari avtalu við Turkaland roynt at steðgað flóttafólkastreyminum til griksku oyggjarnar. Avtalan inniber, at fyri hvønn, sum verður sendur aftur til Turkalands, skal ES taka ímóti einum flóttafólki, sum longu er komið til Evropa.

Tær tríggjar familjurnar, sum nú hava fingið loyvið at fara við pávanum til Rom, vóru komnar til Lesbos, áðrenn avtalan varð undirskrivað. 

Katólski felagsskapurin Sant’Egidios fer at taka sær av familjunum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109