Yvirgangsótti broytir ferðavanar hjá svium

Yvirgangsótti broytir ferðavanar hjá svium
Nógvir sviar hava broytt vanarnar fyri, hvagar teir ferðast av ótta fyri yvirgangi, er niðurstøðan í nýggjari kanning
Fólk í Svøríki óttast fyri fleiri yvirgangsatsóknir. Annarhvør svii hevur broytt ætlan um, hvagar hann ferðast í summar, vísir kanning
 
11.04.2016 - 09:40

Turkaland, sum hevur verið rakt av yvirgangsálopum og bumbum, er ikki so nógv eftirspurt longur sum frítíðarmál við sól og strond sambært spurnarkanning.

Kanningin, ið Sifo hevur gjørt fyri svenska kringvarpið, SVT, vísir, at fjórði hvør svii hevur av ótta fyri yvirgangi broytt ætlan um, hvagar hann ferðast.

Ferðaskrivstovurnar merkja tað

Svenskar ferðaskrivstovur siga, at tær merkja tað eisini. Eftir yvirgagnsálopini í Paris í november vórðu nógvar avlýsingar, og í nakrar vikur vóru so at siga ongar ferðir seldar hagar.

- Men talið av ferðum til Paris er komið aftur í vanligu leguna, so sviar gloyma skjótt, sigur Magdalena Øhrn, kunningarleiðari hjá ferðaskrivstovuni Ving, við SVT.

Men ikki øll ferðamál eru komin í vanligu leguna aftur. Tað hevur verið torført hjá Egyptalandi at lokka sviar hagar síðani arabiska várið. Eftirspurningur at fara til Turkalands er eisini minkaður.

Annarhvør broytt ætlan

Kanningin vísir eisini, at annar hvør av teimum, sum siga seg stúra fyri yvirgangi, hevur broytt ætlanirnar um, hvar summarferian skal haldast, skrivar SVT.

Í Sifo-kanningini siga 40 prosent, at tey stúra fyri, at yvirgangaálop verða framd í Svøríki. 10 prosent siga, at tey eru sera stúrin.

1.142 tilvildarliga vald fólk millum 18 og 79 ár vórðu spurd í kanningini, ið Sifo hevur gjørt fyri svenska kringvarpið, SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109