Hann verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi

Hann verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi
Sigurður Ingi Jóhannsson, fiski- og landbúnaðarmálaráðharri, verður nýggjur stjórnarleiðari eftir at Sigmundur Dávið Gunnlaugsson er farin frá
Nú er greitt, at Sigurður Ingi Jóhannsson, fiski- og landbúnaðarmálaráðharri, verður nýggjur stjórnarleiðari í Íslandi
Mynd: RUV  
 
07.04.2016 - 08:35

Nú er greitt, at Sigmundur Dávið Gunnlaugsson leggur frá sær sum forsætisráðharri í Íslandi, og at floksfelagin, Sigurður Ingi Jóhannsson, fiski- og landbúnaðarmálaráðharri, verður nýggjur stjórnarleiðari.

Tað upplýstu formenninir í báðum stjórnarflokkunum á tíðindafundi í Reykjavík í gjár, eftir at hava tingast um, hvør skuldi vera nýggjur forsætisráðharri eftir Sigmund Dávið Gunnlaugsson, sum er settur í samband við eitt felag í skattaskjóli uttanlands.

Semja er millum báðar stjórnarflokkarnar, Framsóknarflokkin og Sjálfstæðisflokkin, at Sigurður Ingi Jóhannsson skal vera nýggjur forsætisráðharri.

SÍ EISINI »Bara« farin frá fyribils

Flokkarnir eru eisini samdir um at skriva út val í ótíð, men tað verður ikki fyrr enn í heyst. Fráfarandi forsætisráðharrin hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar, men hann sýtti fyri at leggja frá sær.

Týdagin boðaði hann frá, at hann ætlaði at leggja frá sær, men bara fyribils. Í gjár gjørdist so greitt, at Sigmundur Davið Gunnlaugsson leggur frá sum stjórnarleiðari.

- Nýggi forsætisráðharrin er ein álitismaður og ein góður maður, so eg fari at ynskja íslendingum til lukku, segði Sigmundur Davið Gunnlaugsson á tíðindafundinum, tá hann boðaði frá, at hann gevst sum stjórnarleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109