Talið á avrættingum tað størsta í nógv ár

Talið á avrættingum tað størsta í nógv ár
Talið av avrættingum var størri í fjør enn tað hevur verið í 25 ár. Trý lond stóðu fyri 89 prosentum av avrættingunum
Talið á avrættingum er tað størsta í 25 ár. USA er á einum fimta plássi yvir heimsins lond í uppgerðini yvir talið av avrættingum. Á myndini frá 2007 eitt fongsul í Huntsville, Texas, har fangar fáa deyðiligar innspræningar
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.04.2016 - 09:31

Talið av avrættingum var størri í fjør enn nakað annað ár síðani 1989, sigur Amnesty International. Í minsta lagi 1.634 fólk vórðu tikin av døgum í 2015.

Tað er ein vøkstur upp á meira enn 50 prosent í mun til árið frammanundan. Iran, Pakistan og Saudiarabia stóðu fyri 89 prosentum av avrættingunum.

Kina heldur tølini loynilig

Kina er ikki við í yvirlitinum, tí har verða slík tøl hildin loynilig. Hinvegin er tað hent, at meira enn helvtin av heimsins londum nú hava sett deyðarevsingina úr gildi.

Fiji, Madagaskar, Congo-Brazzaville og Suriname broyttu lógina í fjør. Í Mongolia verður broytt revsilóg uttan deyðarevsing sett í gildi næsta ár. Amnesty sigur, at tá talan er um deyðadómar, er Kina fremst.

Mett verður, at fólk í túsundatali vórðu avrættað og eins nógv dømd til deyða í fjør. Í Iran vóru 977 fólk avrættað í fjør, árið fyri vórðu 743 avrættað, sigur Amnesty.

USA á fimta plássinum

Tey flestu vórðu avrættað fyri rúsevnisbrotsgerðir. Í minsta lagi fýra av teimum avrættaðu vóru undir 18 ár, tá gerðirnar vóru framdar, verður sagt.

Í Pakistan eru avrættingarnar vorðnar nógvar í tali eftir at forboð var sett úr gildi í 2014, í Saudiarabia er talið vaksið við 76 prosentum.

USA er á einum fimta plássi yvir heimsins lond í uppgerðini yvir talið av avrættingum, sambært nýggjasta yvirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109