- Tíðindi, mentan og ítróttur
Islamskur Statur ávarar um fleiri álop
Yvirgangsfelagsskapurin, IS, hevur kunngjørt eitt sjónband, ið bendir á, at víðgongdi felagsskapurin fer at fremja fleiri yvirgangsálop í Vesturevropa.
London, Berling og Rom verða nevndir sum møgulig yvirgangsmál, sum Islamskur Statur almannagjørdi í gjár.
Teldugjørdar myndir av álopum kunngjørdar
- Møguliga var tað París í gjár og Brússel í dag. Men bara Allah veit, hvar tað verður í morgin. Møguliga verður tað London, Berlin ella Rom, sigur ein limur á enskum í sjónbandaupptøkuni.
Í sjónbandinum síggjast teldugjørdar myndir av bretska parlamentinum, sum stendur í ljósum loga, og Eiffeltornið, sum rapar.
Yvirgangsfelagskapurin, IS, hevur tikið ábyrgdina av álopunum í París í november í fjør, og í Brússel í síðsta mánað, skrivar NTB-tíðindastovan.