Vil ikki skriva út val

Vil ikki skriva út val
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, vil ikki eftirlíka ynskinum hjá Sigmundi Daviði Gunnlaugssyni, forsætisráðharra, um at upploysa Altingið
Ólafur Ragnar Grímsson (myndin) vil ikki eftirlíka ynskinum hjá forsætisráðharranum um at upploysa Altingið og skriva út val
 
05.04.2016 - 15:22

Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, og Sigmundur Davíð Gunnlauggsson, forsætisráðharri, hittust á forsetaborgini í dag.

Har viðgjørdu teir politisku støðuna, eftir at tað er komið undan kavi, at forsætisráðharrin hevur átt í einum felag, sum hevur til endamáls at sleppa undan skatti.

Forsetin segði, at hann fer ikki at eftirlíka ynskinum frá forsætisráðharranum, fyrr enn hann hevur hvat fund við Bjarn Benediktsson, fíggjarmálráðharra, sum eisini er formaður í hinum samgonguflokkinum, Sjálfstæðisflokkinum.

SÍ EISINI Krevja at forsætisráðharrin fer frá

Hann segði eisini, at tað kann taka drúgva tíð at skipa nýggja stjórn. Ólafur Ragnar Grímsson segði, at hann ætlar at hitta Bjarna Benediktsson í dag og hinar floksformenninar aftaná.

Fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, er eisini settur í samband við eitt felag, sum varð stovnað til tess at sleppa undan skatti.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum tjóð at semjast um sleppa burtur úr hesi støðuni, segði forsetin í íslendska sjónvarpinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109