Suðurafrikanski forsetin biður um umbering

Suðurafrikanski forsetin biður um umbering
Andstøðan vil hava, at Jacob Zuma leggur frá sær, tí hann hevur brúkt almennar pengar uppá síni egnu hús
Jacob Zuma
 
02.04.2016 - 13:21

Forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, hevur biðið fólkið um umbering fyri at hava órógvað tey, nú stýrisskipanardómstólurin er komin til ta niðurstøðu, at forsetin av órøttum hevur brúkt almennar pengar.

Teir eru brúktir at byggja ein svimjihyl og ein leikpall uttan fyri privatu hús forsetans.

Almenni ákærin fyri nevndina, ið mótarbeiðir mutri, gjørdi í 2014 ein úrskurð og segði, at Jacob Zuma hevði brúkt 150 milliónir krónur uppá heim sítt í KwaZulu Natal landspartinum, og at hann skuldi rinda ein part av pengunum aftur.

Tað gjørdi Jacob Zuma ikki, og tí fór málið fyri stýrisskipanardómstólin. Hann sigur, at tá forsetin ikki hevur goldið, hevur hann brotið stýrisskipanina.

Krevja, at forsetin leggur frá sær

Tveir andstøðuflokkar í Suðurafrika løgdu málið fyri dómstólin, og nú dómur er fallin, krevur andstøðan, at Jacob Zuma leggur frá sær sum forseti.

Men Gwede Mantashe, aðalskrivari í stjórnarflokkinum ANC sigur, at andstøðan ger ov nógv av.

Jacob Zuma sigur, at hann virðir dómin og fer at gera eftir honum.

Í eini sjónvarpsrøðu segði forsetin, at tað, hann hevur gjørt, var gjørt í góðari trúgv, og at hann ikki við vilja hevur brotið stýrisskipanina, men at ymisk sjónarmið í løgfrøðiligu ráðgevingini, hann hevur fingið, hava volt til støðuna.

Síðani Jacob Zuma gjørdist forseti í Suðurafrika í 2009, hevur stjórn hansara javnan verið fyri ákærum um mutur og fyri at reka vina- og kenningapolitikk.

-----

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109